BLUE BIRD FILM

Íbúðarminnir (Lejlighedsminder)

Ein filmsinstallatión eftir Hildigunn Eyðfinnsdóttur og Katrina Ottarsdóttir

EIN KVINNA EIN ÍBÚÐ FIMM RÚM FMM MINNIR



KOMANDI SÝNINGAR:

23. - 27. oktober 2013: Teater Katapult, Godsbanegården, Aarhus

30. oktober - 3. november 2013: Nordische Filmtage, Lübeck, Týskland



      

      

Fleiri myndir > > >     Fleiri videoklipp > > >



Íbúðarminnir er fimm stuttir filmar, 6-8 minuttir hvør - Vesið, Køkurin, Gongin, Stovan og Kamarið.

Hvør filmur hevur sína egnu søgu í sínum egna rúmi og byrjar við eini ungari kvinnu, sum er í ferð við eitthvørt gerandis húsarbeiði. Men so hendir okkurt, ið brýtur gernadissjaggið: Eitt burturtrokað barndómsminni tekur ræðið, og fær gerandisdagin hjá ungu kvinnuni at støkka sundur og noyðir hana at standa andlit til andlits við óunnilig minnir.

Filmarnir kunnu bæði vísast sum ein stuttfilmssuita, har filmarnir verða vístir "á vanligan hátt" - sum ein filmur í fimm pørtum - og sum ein filmsinstallatión, har allir fimm filmarnir verða vístir samstundis í hvør sínum rúmi í eini "íbúð", har áskoðarin kann ganga úr einum rúmi til tað næsta og uppliva filmarnar hvør sær, samstundis sum ljóðið hoyrist frá hinum filmunum úr hinum rúmunum.




Credits

Hugskot: Hildigunn Eyðfinnsdóttir & Katrin Ottarsdóttir. Handrit og sjónleikur: Hildigunn Eyðfinnsdóttir. Leikstjórn, myndatøka & klipping: Katrin Ottarsdóttir. Ymist eftirarbeiði: Henrik Jensen, Hugin Eide. Framleiðsla: Blue Bird Film © 2011. Longd: 5 × 6-8 minuttir.


© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund