Tú ert her: Filmar > Atlantic Rhapsody
Atlantic Rhapsody - 52 myndir úr Havn
Føroyskur spælifilmur frá 1989, tann fyrsti føroyskt framleiddi biograffilmurin.
Her kanst tú hyggja at filminum á netinum - ella downloada hann:
Vegleiðing:
| PREVIEW: | Síggj treylara | |
| RENT MOVIE: | "Streama" (síggj filmin á netinum) | Prísur: €3.99, $4.99 |
| BUY MOVIE: | Keyp filmin sum download | Prísur: €9.99, $12.99 |
PLEASE NOTE! This is a version with no subtitles (only a few in Faroese).
Atlantic Rhapsody er ein ferð ígjøgnum eitt samdøgur í 'heimsins minsta høvuðsstaði', Tórshavn. Ferðin er sum ein stafettrenning, har ein persónur, eitt ting ella okkurt annað í einari senu førir okkum víðari til næstu senu við nýggjum persónum og hendingum.
Burtur úr hesum spyrst ein kaleidoskopisk søga við bæði gerandis og meiri dramatiskum hendingum, sum undirhaldandi og við ironi lýsir føroyingar, útlendingar í Føroyum og føroyska samfalagið sum heild.
Atlantic Rhapsody er 'heimsins fyrsti' føroyskt framleiddi spælifilmur, ein sonevndur no-budget filmur, har úti við 200 leikarar og onnur arbeiddu ólønt til tess at filmurin kundi gerast veruleiki. Tá filmurin var sýndur í Leikhús Bio, sló hann øll áskoðaramet og yvirhálaði bæði Rambo og Karen Blixen-filmin 'Out of Africa'.
75 min. - Handrit & leikstjórn: Katrin Ottarsdóttir. - Framleiðsla: Kaleidoskop Film. 1989.
Filmurin vann Preis der nordischen Filminstitute, Nordische Filmtage, Lübeck, Týskland, 1989
© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund

