Tú ert her: Nýggir filmar
31.10.2009:


3 listafólkaportrett
Eg eri í hesum við at leggja seinastu hond á filmin Sporini vaksa úr orðum - um rithøvundin Jóanes Nielsen. Frumsýning verður fyrst í desember 2009.
Fyrsti filmurin í røðini Eingin kann gera tað perfekta - um myndahøggaran Hans Paula Olsen - varð frumsýndur í januar 2008, og annar filmurin, Ein regla um dagin má vera nokk! - om yrkjaran, myndlistamannin og tónleikaran Tórodd Poulsen - varð frumsýndur í september 2008.
Arbeiðssetningur mín fyri filmarnar:
"Eg vil gera nakrar filmar, sum royna at læra menniskjað, persónin aftan fyri listamannin og listina at kenna. Eg vil vita, um tað ber til at finna inn til sjálva skapanartrongdina.
Filmarnir skulu vera ein ferð inn í ókent land - fyri meg og áskoðaran. Sjálv veit eg ikki stórvegis um drívmegina í t.d. verðini hjá myndahøggaranum. Men eg eri forvitin, tað er mín drívmegi.
Eg síggi fyri mær nakrar filmar, ið ikki ræðast at seta júst teir forvitnu og "býttu" spurningarnar, sum fólk kanska ikki tora at seta listafólkum.
Berandi fyri form og innihald í filmunum skal vera tað ópoleraða og spontana."
Allir tríggir filmarnir eru sonevndir one-(wo)man, one camera-filmar, har Katrin sjálv leiktsjórnar, tekur upp og klipper.
© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund

