BLUE BIRD FILM
Films- og videoframleiðsla við Katrini Ottarsdóttur filmsskapara

29. desember 2011:

Verkætlan 2012:

Summarhúsið - ein føroysk sjónvarpskrimi

Ein sjónvarpskrimi í 3 pørtum à uml. 40 minuttir.

Handrit: Hans Tórgarð
Leikstjórn: Katrin Ottarsdóttir
Framleiðslustjóri: Hugin Eide

Enn vita vit ikki um hetta yvirhøvur kann gerast veruleiki - tvs. um tann fígging, ið skal til, kann fáast til vega - men hetta er so ein roynd at vita, um tað ber til. Hugsan okkara er, at um nógvir "partar" lyfta í felag, eigur tað at bera til.

Upptøkurnar skulu eftir ætlan gerast seint á sumri 2012.

Mentanargrunnur Landsins og Mentamálaráðið hava veitt stuðul til handritsarbeiðið og annað fyrireikingararbeiði, og Kringvarpið og Norðurlandahúsið hava tikið væl undir við hugskotinum.



18. desember 2011:

Last Song

Videolag við Budam.

Budam: Last Song from Katrin Ottarsdóttir on Vimeo.



20. september 2011:

Íbúðarminnir (Lejlighedsminder)

Verður sýnd í Norðurlandahúsinum í februar 2012.

Ein filmsinstallatión við 5 stuttfilmum à 6-8 minuttir, ið verða sýndir samstundis í hvør sínum rúmi í eini "íbúð".

Installtiónin er eitt samstarv millum Katrina Ottarsdóttur og Hildigunn Eyðfinnsdóttur, sum hevur skrivað søgurnar og er einaleikari í filmunum. Les meiri og síggj brellbitar her.

Her eru nakrar upptøkur frá royndarsýning á Carlsberg í Keypmannhavn 16. september 2011:




11.juli 2011:

Maðurin ið slapp at fara - á netinum

Sorgblíða komedian Maðurin ið slapp at fara, framleidd fyri DR 1994-95, kann nú streamast og/ella downloadast her.

Her er ein brellbiti:

The Man Who Was Allowed to Leave. Trailer from Katrin Ottarsdóttir on Vimeo.



© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund